
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt - unknown artist lyrics
[verse 1]
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag?
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag?
[chorus]
fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var
[verse 2]
vit runnu upp í brekkurnar
har blomstur vaks og ber
men síðan varð mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er
[chorus]
fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var
[verse 3]
vit spældu allan dag við skip
og floyttu eftir á
men leingi vítt og vágvilt hav
ímillum okk*m lá
[chorus]
fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var
[verse 4]
her rætti eg tær bróðurhond
og rætt tú tína mær
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var
[chorus]
fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var
[verse 5]
tú koksast ikki vinur mín
og eg skal fylgja tær
vit tøma báðir brøðraskál
og minnast tið, ið var
[chorus]
fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var
Random Song Lyrics :
- white flag - john moreland lyrics
- not a man of violence - nihils lyrics
- kawka - spinache lyrics
- talvez depois - rbd lyrics
- ready or not (outro) - j-soul lyrics
- smooth like cashmere - symone giles lyrics
- she fine - deekay sho x md wyla lyrics
- put an f (and keep on walkin) - fool effect lyrics
- easier now - mike shupp lyrics
- perishable life - bloodboil lyrics