
regin smidur - tyr lyrics
regin smiður
viljið tær nú lýða á
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar
sum eg vil nú um røða
chorus
grani bar gullið av heiði
brá hann sinum brandi av reiði
sjúrður vá á orminum
grani bar gullið av heiði
hundings synir í randargný
teir skaðan gørdu har
eitur var í svørinum
teir bóru móti mær
chorus
fávnir eitur ormurin
á glitrarheiði liggur
regin er ein góður smiður
fáum er hann dyggur
chorus
hann var sær á leikvøllum
imillum manna herjar
rívur upp eikikelvi stór
hann lemjir summar til heljar
chorus
instrumental
eystantil undri heyginum
ið dreingir eyka tal
dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara
chorus
har kom maður á vøllin fram
eingin ið hann kendi
síðan hatt á høvdi bar
og finskan boga í hendi
chorus
har kom maður á vøllin fram
hann vá við eggjateini
eyga hevði hann eitt í heysi
knept var brók at beini
chorus
ormurin er skriðin av gullinum
tað man frættast víða
sjúrður setist á granar bak
hann býr seg til at ríða
chorus
Random Song Lyrics :
- j'étais un geek - cdqp lyrics
- everythings alright (demo) - arisuwrites lyrics
- i believe in everything - marc with a c lyrics
- ngwana mani - felo le tee lyrics
- ombre & notte (posso farlo) - png lyrics
- не друг (not a friend) - xzxzxzxz lyrics
- broken heart - bloods lyrics
- i'm not dead - lucky kilimanjaro lyrics
- batteries & toys - warhaus lyrics
- belakangan hidup ini lucu - biru baru lyrics