tíðin fer - terje b. vestergaard lyrics
[tekstur til “tíðin fer“]
[vers 1]
sum áarstreymur tíðin fer
so mangan harður strongur
og nærri fossinum tað ber
tess skjótari tað gongur
[vers 2]
tað farna eingin broyta kann
og orð sum vórðu talað
ei heldur nakað megna mann
at fáa ørv at snara
[niðurlag]
bert dagurin eg fekk í dag
tann einasti eg eigi
í honum alt mítt eyga sær
á rættan veg meg leiði
[vers 3]
tá signað verið alt mítt verk
um hetta eg kann skoða
at dagurin eg frá tær fekk
til onnur meg kann náa
[vers 4]
sum áarstreymur tíðin fer
og harður strongur vunnin
tá verið tað ein sigursferð
og skeiðið er fullrunnið
[niðurlag]
bert dagurin eg fekk í dag
tann einasti eg eigi
í honum alt mítt eyga sær
á rættan veg meg leiði
bert dagurin eg fekk í dag
tann einasti eg eigi
í honum alt mítt eyga sær
á rættan veg meg leiði
á rættan veg meg leiði
Random Song Lyrics :
- tus besitos - nena guzman lyrics
- go home - ty segall lyrics
- explícame tanto amor - gilberto daza feat. alex zurdo lyrics
- silently - malefic time lyrics
- billionaire (who fuckin' cares?) - neon hitch lyrics
- days like this - falsettos 2016 broadway company lyrics
- fix you up - the wild reeds lyrics
- tibḍit ! (fr) - oudaden lyrics
- rijkeluiszoon - ponkers lyrics
- mi domando - high school music band lyrics